2015-01-07 14:50
Um hálvgum fimm tíðina í morgun kom Brimil inn á Havnina við russiska trolaranum, North Ocean, ið eldur kom í sunnanfyri Føroyar, veit KVF, at siga í morgun.
Tað var um 11 tíðina mánakvøldið, at MRCC Tórshavn fekk fráboðan um, at eldur var í maskinrúminum á North Ocean, og at teir ongan streym høvdu umborð. Fleiri skip vóru hjá trolararnum, og manningin var ongantíð í vanda.
Við trolaranum vóru 32 mans. 12 teirra vóru fluttir yvir á danska sjóverjuskipið Tetis, Brimil tók í móti seks av manningini, og 14 vórðu verðandi umborð á trolaranum. Um nátturðatíð í gjárkvøldið kom Tetis inn á Kollafjørð við manningini, les meira her.
Sí eisini: Myndir av bjargingararbeiðinum av Nort Ocean.
Sí eisini: Eldur umborð á russiskum svartkjaftatrolara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald