JN

Brimil hevði nakrar uppgávur í sambandi við nógva vindin í gjár

...

2018-01-15 20:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

V??RN: Kl 10 í gjáramorgunin komu boð um at trolarin Fønix, ið hevur ligið fyri teym sunnanfyri Hvalvík, var rikin yvir móti Streymneslandinum.

Fólk bleiv ført umborð á Fønix við arbeiðsbátinum hjá Brimli, og motorurin fekst í gongd so tamarhald fekst á støðuni.
Fønix hevði ikki slitið men drigið fortøjningina.

Í gjáramorgunin komu eisini boð um at ein arbeiðsflaki hjá J & K, ið hevði ligið á Strondum, hevði slitið og var rikin á land við oljubryggjuna í Søldafirði.
Brimil fór á staðið, flakin bleiv í fyrstu syftu tryggjaður har hann lá, tí veður var ikki at taka hann av landi.
Tá veðrið bleiv betur út á seinnapartin bleiv flakin sleipaður av landi og í gjárkvøldið bleiv flakin sleipaður út á Strendur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder