Brim, sum hevur verið í Danmark seinastu dagarnar, har Brim í dag hevur kappast um Danmark-meistaraheitið í íverksetan.
Brim vann kappingina í Føroyum, "Ársins unga virkið", sum var hildin tann 13. mars, tí fingu tær møguleikan, at fara til Danmarkar at kappast. Har hevur kappingin verið í dag, og Brim endaði á einum flottum øðrum plássið.
Tað eru genturnar Elisabet D. Jacobsen, Marianna L. Kjærbo og Turið Elinborgardóttir sum mynda Brim.
Á Facebook síðuni hjá Brim stendur hetta at lesa: Brim er ein føroysk framleidd húðrøkt ið einans inniheldur nátúrligar ráðvørur. - Vit ynskja at framleiða eina húðrøkt ið inniheldur allar tær vitaminir og mineralir úr náttúrini, sjálvt í Føroyum hava vit ráðvørur sum nærmast eru ókendar innan kosmetik o.a.
Millum annað verður toskalýsi nýtt í lýsisalvu. Lýsisalva inniheldur bæði b, c og d vitaminir ið serliga føroyingar hava tørv á.Vit ynskja at verða nýskapandi og framleiða eina húðrøkt ið ikki er kreft-framkallandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald