2015-05-09 13:59
Báturin hjá Sea Shepherd - Birgitte Bardot - loysti úr Hamburg í gjár og fór oman eftir Elben. Um teir hava sett kós norður í Atlantshavið vita vit ikki, men Paul Watson segði fyri nøkrum døgum síðan, at tey høvdu trý skip, sum vóru klár at fara í Norður-Atlantshavið, eisini segði hann, at teir fara at senda allan flotan í Norður-Atlantshavið í summar.
Myndirnar hava vit fingið frá føroyingi í Hamburg - sum sæst á tí eini myndini, so er nógv rokan á bryggjuni, áðrenn skipið loysti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald