Vinna

Brexit kann ávirka okkara handils- og fiskivinnupolitikk

...

2016-06-24 17:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At Stórabretland ætlar sær úr ES, kann - sum frálíður - ávirka okkara handils- og fiskivinnuviðurskifti. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir úrslitið av fólkaatkvøðuni í Stórabretlandi. Løgmaður vísir kortini á, at tað er sera týdningarmikið at vera varin við at gera ov greiðar niðurstøður um avleiðingarnar fyri Føroyar, so stutt eftir úrslitið í Stórabretlandi.

?????rslitið kemur eitt sindur óvart á meg. Hetta er ein spildurnýggj støða, sum ávirkar alt Evropa. Tá so stór óvissa valdar á fleiri økjum, er tað trupult at siga heilt ítøkiliga, hvussu úrslitið fer at ávirka okkum í Føroyum. Tað er hugsandi, at okkara viðurskifti við Stórabretland á handils- og fiskivinnuøkinum kunnu broytast", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað er nógv, ið bendir á, at tað kann taka nøkur ár, áðrenn Stórabretland formliga tekur seg úr ES. So leingi Stórabretland er partur av ES, verða okkara formligu viðurskiftini óbroytt.

???Landsstýrið og sendistova Føroya í London fylgja væl við gongdini. Stórabretland er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og málið er sjálvsagt, at vit framhaldandi fara at hava gott handils- og fiskivinnusamstarv við Stórabretland???, vísir løgmaður á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder