JN

Bretskur fiskimálaráðharri vitjar Føroyar

...

2017-07-31 18:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri fyrstu ferð í søguni vitjar ein bretskur fiskimálaráðharri Føroyar og tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Sum ???Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs, the Rt Hon. Michael Gove MP??? verður hann á almennari verkavitjan í Føroyum í døgunum 31. juli og 1. august 2017.

Fyrst á skránni týsmorgunin er kurteisisfundur við løgmann og síðani fundur við uttanríkis- og vinnumálaráðharran.

Á middegi týsdagin verður siglt við uppsjóvarskipinum Høgabergi av Havnini á Miðvág, har fundur verður umborð við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.

Skráin kann heintast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder