Politikkur

Bretska valið

...

2015-05-08 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Maður Helle afturgongd

Á bretska valinum var tað serliga eitt úrslit, sum vit í Føroyum hugdu eftir við áhuga. Hvussu mundi fara at ganga manninum hjá donsku Helle, Stephen Kinnock, at koma inn í bretska parlamentið?

Frammanundan kundi sigast við fullari vissu, at hann fór at koma inn.

Valdømi hansara hevur valt ein javnaðarmann í næstan hundrað ár, og á síðsta vali fekk Labour meir enn aðru hvørja atkvøðu. Tapti Stefan, so var tað tí at flokkur hansara var á veg út úr enskum politikki.

Hann vann eisini, men sigurin var heldur beiskur, tí Labour fekk bert 49% av atkvøðunum hesaferð, ein afturgongd upp á 3%. Afturgongd var aðrastaðni við, og tí misti flokkurin møguleikan fyri at skipa stjórn. Hevði tað verið aktuelt, so var lítið at ivast í, at Stefan hevði verið upp á tal sum ráðharri, og tað hevði møguliga havt avleiðingar fyri tær avgerðir, sum Helle fór at taka um sína politisku framtíð. Men nú kom hetta so ikki upp á tal. Stefan verður eftir øllum at døma ein av teimum, sum fer at sita á teimum aftaru bonkunum í parlamentinum, og tað er ikki serliga arbeiðskrevjandi.

Eitt annað áhugavert úrslit fyri okkum var hvussu leikur fór hjá grannum okkara fyri sunnan, í tí valdøminum, sum fevnir um Orknoyggjar og Hetland.

Har hava teir liberalu rátt fyri borgum í ævir. Á síðsta vali fingu teir 62% av atkvøðunum. Nú søgdu veljarakanningar, at SNP fór at vinna allar sessir í Skotlandi, og tað ljóðai heilt ótrúligt, tí síðst fekk SNP bert 11% av atkvøðunum har.

Tá av tornaði hildu teir liberalu sessin, men tað var um reppið. Teir fóru 21% aftur og fingu bert 41%. SNP fór 28% fram og fekk 38%. Alla aðra staðni vunnu skotsku tjóðskaparmenninir, og merkisverdasti sigurin var, at teir settu yngsta limin inn í parlamentið síðan 1667, tí ein 20-ára studentur í Glasgow koppaði einum politiskum svervektara har.

At úrslitið í oyggjunum gjørdist øðrvísi enn í Skotlandi annars, er møguliga eitt úrslit av, at tey í Hetlandi og Orknoyggjum framvegis halda seg vera norðmenn.

Zakarias Wang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder