Vinna

Brestir siglir heim frá Eystur-Grønlandi

...

2016-07-07 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur roynt eftir svartkalva við Eystur-Grønland er farin at sigla heim við 140 tonsum av svartkalva. Teir landaðu fyri trimum vikum síðan góð 200 tons av svartkalva í Íslandi.

Kvotan er nú øll fiskað, teir koma tí heim við veiðuni.

Mett verður at 140 tons av svartkalva kann seljast fyri kr. 4,9 milliónir.

Les eisini HER

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder