2019-07-24 19:09

Brestir er í dag farin at sigla heim undan Eystur-Grønlandi, har teir hava fiskað svartkalva. Brestir hevur 270 tons, teir rokna við at verða heima seint fríggjakvøldið ella fyrrapartin leygardagin. Helst landa teir í Miðvági.
Brestir hevur 130 tons eftir at fiska av svartkalvakvotuni, teir fara helst avstað aftur so skjótt sum møguligt.
Veðrið hevur verið av tí fagrasta allan hendan túrin.
Tað eru 13 mans við Bresti, skipari er Tormann Niclasen úr Bø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald