2016-03-04 21:30
Sørvágstrolarin Brestir er í dag farin at sigla heim av Flemish Cap. Føroyska kvotan á Flemish Cap er nú øll fiskað.
Brestir, sum fór úr Føroyum 10. februar, kom á fiskileið á Flemish Cap 19. februar, teir hava fiskað 270 tons, sum er fryst umborð, meginparturin av veiðuni er toskur.
Tveir føroyskir trolarar høvdu í ár loyvi at fiska tosk á Flemish Cap, hin var Sjagaklettur, sum fór at sigla heim mikudagin - Les meira HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald