2016-03-14 21:31
Sørvágstrolararnir Brestir og Vesturleiki fara báðir á svartkalvaveiðu í kvøld.
Brestir hevur ligið á Sørvági, síðani teir landaðu veiðuna teir fingu á Flemish Cap.
Vesturleiki er komin inn at bunkra, teir hava roynt eftir svartkalva eystanfyri, teir hav 63 tons inni.
Seinni í ár er ætlanin at Vesturleiki fer til Grønlands at taka ímóti fiski frá grønlendskum fiskimonnum, tað gjørdu teir eisini í fjør, júst nær teir fara vita vit ikki, men helst skulu teir verða í Grønlandi fyrst í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald