2016-02-08 13:31
Sørvágstrolarin Brestir kom í Ánirnar seint í gjárkvøldið við 88 tonsum av svartkalva, sum teir landa í Ánunum.
Vit tosaðu við skiparan á Bresti - Thormann Niclasen - í gjárkvøldið, Thormann segði, at teir nú fara á Flemish Cap, væntandi verða teir klárir mikudagin at fara avstað aftur, segði Thormann.
Tveir føroyskir trolarar hava loyvi at fiska á Flemish Cap, hin trolarin er Sjagaklettur úr Hvalba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald