JN

Brestir landar í Vági

...

2016-03-10 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Brestir, sum hevur verið á Flemish Cap, kom á Vág tíðliga í morgun, har teir landa veiðuna, sum er 274 tons av toski. Tað er Delta Seafood á Tvøroyri, sum hevur keypt toskin fyri tilsamans kr. 5½ millión.

Brestir var 12 dagar á fiskileið við Flemish Cap, sigur Tormann Niclasen skipari, teir vór 15 mans við hendan túrin.

Tormann sigur, at teir koma á Sørvág seinnapartin í morgin, hann roknar við, at teir fara nýggjan túr mánadagin, tá verður farið at fiska svartkalva her við F'øroyar.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder