Brestir, sum hevur roynt eftir svartkalva eystanfyri, skal landa í Ánunum tíðliga í morgin.
Vit tosaðu við skiparan - Thorman Niclasen - fyri løtu síðan, hann segði, at teir verða inni um 4-tíðina í nátt og skulu landa í Ánunum kl. 6, teir hava 150 tons, harav 142 tons er svartkalvi og 8 tons er kongafiskur.
Brestir hevur gjørt eitt gott ár, teir hava fiskað fyri góðar 40 milliónir í ár, í fjør fiskaður teir fyri 31 milliónir.
Brestir skal sandblásast o.a. í Hirtshals. Tá ið liðugt er at landa, fer skipið til Havnar, har onkrar trolgreiðir skulu leggjast upp hjá Vónini, síðani fara teir á Sørvág at rigga av, soleiðis at klárt er at sandblása skipið, tá ið tað kemur til Hirtshals.
Mánamorgunin skulu teir verða í Hirtshals - sigur Thorman - hann roknar við, at arbeiðið kemur at taka 6 vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald