Vinna

Brestir landar fyri 8 mió í Íslandi

...

2016-06-21 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Brestir fór fyri einum mána síðani yvir til Eysturgrønlands at royna eftir svartkalva, har teir eiga 356 tons av. Fiskiskapurin hevur verið góður hjá teimum, og hava teir fiska fyri góðar 8 mió henda mánaðin teir hava verið yvir við Eysturgrønlands.

Brestir landar í Íslandi har teir komu seint í gjárskvøldið, fyrst bunkraðu teir tá ið teir komu til Reykjavíkar, og landingin av teimum 216 tonsunum teir hava av svartkalva byrjaði tíðliga í morgun.

Tá ið liðugt er at landa Brestir, verður aftur fari yvir til Eysturgrønlands at royna eftir svartkalva, har teir eiga góð 140 tons eftir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder