2017-09-18 08:27
Brestir kom á Sørvág í morgun við 200 tonsum av svartkalva og toski - 135 tons er svartkalvi og 65 toskur.
Brestir hevur nú tað seinastu tíðina roynt eystanfyri.
Vit tosaðu við skiparan Thormann Niclasen, hann segði, at teir skulu landa í Ánunum mikudagin og so verður farið nýggjan túr mikukvøldið.
Tað hava verið 11 mans við Bresti hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald