2017-03-13 16:27
Brestir kom á Sørvág í gjárkvøldið, teir hava trolað eftir svartkalva norðanfyri, Brestir hevur 50 tons.
Sagt verður frá óveðri til fríggjadagin, tí valdu teir at koma inn at bunkra og gera onkur smáting, sum kravdu ábøtur.
Vit JN.fo tosaðu við skiparan Thormann Niclasen í dag, hann segði at teir fara avstað aftur, tá ið veðrið batnar, helst ikki fyrenn fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald