2019-08-02 10:55

Sørvágstrolarin Brestir hevur landað 270 tons av svartkalva í Miðvági, teir hava fiskað við Eystur-Grønland, Brestir landaði mikudagin og hósdagin.
Nú verður riggað til at fara nýggjan túr, væntandi sigla teir í morgin ella sunnudagin. Brestir fer aftur til Eystur-Grønland, har teir eiga umleið 130 tons eftir at fiska av svartkalvakvotuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald