2015-08-31 19:44
Sørvágstrolarin Brestir hevur í morgun landað 87 tons av svartkalva í Klaksvík. Veiðan hevur eitt virðið uppá góðar tvær milliónir.
Brestir hevur hendan túrin roynt sunnanffyri, mest á Munkagrunninum, teir byrjaðu túrin 24. juli.
Nú verður farið á makrelfiskiskap, segði skiparin - Tormann Niclasen tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann, væntandi verða teir klárir at fara avstað aftur mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald