Vinna

Brestir hevur gjørt ein góðan svartkalvatúr

...

2016-04-08 07:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Brestir kom í Ánirnar í nátt við 85 tonsum av svartkalva, sum teir landa í Áninum.

Brestir byrjaði hendan túrin 16. mars, teir royndu fyrst norðanfyri, fóru síðan suður um Føroyar og endaðu túrin eystanfyri - vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu, at tað royndist hampuliga væl har teir royndu. Teir rokna við at selja fyri uml. 3 mill. hendan túrin.

Brestir kemur á Sørvág seinnapartin í dag, teir fara at taka útgerð til nýggjan túr, væntandi fara teir avstað aftur sunnukvøldið.

Tað eru 12 mans við Brestir hendan túrin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder