2015-11-20 14:07
Sørvágstrolarin Brestir landar í Ánunum í morgun, teir hava 101 tons av frystum, harav 87 tons er svartkalvi. Brestir hevur roynt mest sunnan- og eystanfyri hendan túrin. Veiðan verður seld fyri kr. 3,6 milliónir.
JN.fo tosaði við skiparan Thorman Niclasen í gjárkvøldið, hann segði, at teir í ár hava fiskað fyri kr. 30,8 milliónir, sum er tað besta, síðan Brestir kom til Sørvágs.
Thormann segði eisini, at tá ið liðugt varð at landa, tá fóru teir til Havnar til Skipasmiðjuna MEST, sum skal gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, sum er mett at taka 4-5 vikur.
Hin sørvágstrolarin - Vesturleiki - er eisini til umvælingar hjá MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald