2016-09-27 07:39
Sørvágstrolarin Brestir kom á midnátt í Ánirnar, har teir landa í morgun. Brestir hevur 182 tons, harav 170 tons eru svartkalvi.
Brestir hevði eitt gott ár í fjør, tá fiskaðu teir tilsamans fyri 31 milliónir, men í ár hevur gingið betri, teir hava higartil í ár fiskað fyri tilsamans 34,5 milliónir.
Tá ið liðugt er at landa í Ánunum, tá fer Brestir á Sørvág, har teir fara at rigga til at fara nýggjan túr við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald