Vit avgera ikki sjálvi hvørja lagnu, vit fáa sum menniskju. Nøkur menniskjur verða fødd inn í truplari umstøður enn onnur, meðan onnur koma út fyri lagnutilburðum á lívsleiðini, sum skerja teirra møguleikar. Eitt ríkt samfelag sum okkara, hevur tí skyldu til at síggja til, at umstøðurnar hjá fólki við breki eru javnt góðar sum hjá øðrum borgarum í samfelagnum.
Í 2009 tóku Føroyar undir við ST sáttmálanum fyri fólk við breki. Hetta var eitt stórt framstig á økinum, sum øll fegnaðust um. Hesin sáttmálin hevur verið ein góð leiðbeining í okkara arbeiði til tess at liva upp til gyltu málsetningarnar í sáttmálanum. Fleiri átøk eru framd m.a. kann nevnast :
· Lógin um ikki at gera mismun vegna brek á arbeiðsmarknaðinum
· Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (lógin um rúmligan arbeiðsmarknað)
· Kunngerð um atkomuviðurskifti.
· Lóg um endurvenjing.
· Fylgjaraskipan er sett í verk.
· Skrivitulking hevur fingið betri sømdir
· Bústaðir og deplar eru bygdir kring landið, til tess at gera tað møguligt at fáa egið heim og dagtilboð/umlætting
· Studentaflokkur stovnaður til fólk við avbjóðingum innan autismuspektrið
· Samskipan av tilboðum til fólk við autismu ???Tann góða tilgongdin???
Men hóast glottar eru at hóma, er langt eftir á mál. Herfyri vóru Føroyar fyri fyrstu ferð til próvtøku í ST um gongdina innan brekøkið í Føroyum. Føroyar fingu rós, men eisni ábreiðslur fyri manglar. Hesar manglar hava vit tikið til eftirtektar, og farið er undir arbeiðið at bøta um hesi viðurskifti. M.a varð víst á, at tørvur er á einum óheftum eftirliti við økinum, sum er óheft av politiska myndugleikanum. Hetta síðstnevnda er umráðandi, skulu vit tryggja brekøkinum haldgóða góðsku í framtíðini. Somuleiðis varð víst á, at Føroyar mangla eina eind í fyristingini, sum burturav hevur ábyrgd av økinum, og sum kann samskipa tiltøk og átøk fyri fólk við breki, eitt nú gera eina brekpolitiska virkisætlan. Hetta er nú lagt til almannamálaráðið at taka sær av.
Brekpolitisk ætlan 2020
Sjøtul er settur á at gera brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar. Hetta arbeiðið má halda áfram. Málið hjá okkum skal vera, at í 2020 hava vit rokkið týðandi málum innan brekøkið. Í 2020 skulu øll eitt nú hava fingið:
· Skúlatilboð eftir lokan fólkaskúla
· Tryggjað verkligt tilboð lagað eftir førleikum hins einstaka
· Nýggja tænastulóg, sum tryggjar góðsku av tilboðum og tænastum
· Egnan bústað
· Føroyar gott ferðamannland hjá fólki, ið bera brek
· Tryggjað atkomu til almennar bygningar og tænastur
· Tryggjað atgongd til miðlaheimin
Summi vilja vera við, at hetta er ein kostnaðarmikil íløgu. Eftir mínum tykki er hetta ein íløga, sum kemur okkum fleirfaldað aftur. Har viljin er tilstaðar ber til at røkka málum. At seta okkum greið mál er ein góð fyritreyt fyri, at vit megna at røkka teimum mongu ásetinginum, sum ST sáttmálin fyriskrivar. Føroyar skal vera fyri øll. Føroyar skulu rúma øllum og ikki minst, Føroyar skulu vera fyrimynd fyri aðrar tjóðar, tá tað kemur til brekøkið.
Annika Olsen
???Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald