2015-09-22 02:09
Partrolararnir Breiðanes og Hamranes hava landað í Hvalba í dag, teir høvdu tilsamans 160.000 pund, ein partur var toskur, men meginparturin var upsi.
Breiðanes og Hamranes byrjaðu túrin 11. september, teir hava roynt bæði eystan- og vestanfyri.
Skipini fóru nýggjan túr um 20-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald