Vinna

Breiðanes og Hamranes hava góðan túr

...

2016-06-16 12:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Breiðanes og Hamranes hava gjørt ein góðan túr, teir landa í dag í Hvalba, tilsamans hava teir 180.000 pund, harav 130.000 pund er svartkalvi - meginparturin av restini er upsi.

Teir byrjaðu túrin 4. juni, teir hava roynt sunnanfyri.

Væntandi selja teir fyri góðar kr. 2 milliónir - so talan er um ein góðan túr í pengum.

Ein lítil partur av veiðuni er boðin út á Fiskamarknaðinum.

HAMRANES - ( TG 664 )HVALBIAR HAVN04-06-201616-06-2016

8.090

7,45

60.235,00

BREIÐANES - ( TG 665 )HVALBIAR HAVN04-06-201616-06-2016

4.980

7,41

36.901,90





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder