Politikkur

Brandur Sandoy spyr løgmann um endurgjald til kommunurnar

...

2018-03-16 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brandur Sandoy úr Fólkaflokkurin spyr løgmann um endurgjald til kommunurnar,

1.??tlar løgmaður at halda lyftið, givið kommununum á fundi í Tinganesi 18. oktober 2017, at geva kommununum fult endurgjald fyri missin, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjónirnar 1.000 kr um mánaðin?

2.Hvussu ætlar løgmaður at tryggja, at kommunurnar fáa endurgjald sambært staðfesta missinum hjá hvørjari kommunu sær?

Viðmerkingar:Í sambandi við fíggjarlógina proklameraði sitandi samgonga, at hon skuldi lata hvørjum fólkapensjónisti í landinum 1.000 kr. í lætta um mánaðin.Endin varð, at kommunurnar bóru útreiðsluna.
Samanlagda úrslitið er, at kommunurnar fáa 25,3 mió. kr. minni inn í skatti. Landið fær 12,5 mió. kr. minni inn í skatti.
Hinvegin sparir landið 21,9 mió. kr. við at lækka viðbótina til fyritíðarpensjónistar. Samanlagt fær landskassin eina meirinntøku á 9,4 mió. kr.
Broytingarnar hava sostatt við sær eina meirinntøku fyri landskassan á 9,4 mió. kr, ímeðan kommunurnar missa heilar 25,3 mió. kr. í inntøkum.
Eftir at kommunurnar harðliga átalaðu ætlan samgongunnar, kallaði løgmaður kommunurnar, saman við avvarðandi landsstýrisfólkum, stýrið fyri Kommunufelagið til fundar.

Á fundinum lovaði løgmaður, at kommunurnar skulu fáa fulla kompensatión fyri missin.
Serliga er tað suðurøkið í landinum, sum verður harðast rakt av broytingunum, har lutfalsliga talið av fyritíðarpensjónistum er hægst.
Hetta eru tey økir sum, eru ringast fyri frammanundan.
Tey vælbjargaðu økini í landinum sluppu tvær ferðir so snikkaleyst undan hesum høggi, sum tey økini, ið eru illa fyri.
Hjá onkrari kommunu svarar missurin til eitt heilt skattaprosent.
Síðani í oktober hava kommunurnar roynt at fingið greiðu á, hvussu tær skulu fáa endurgjald fyri tann fíggjarliga miss, tær hava havt orsakað av raðfestingunum hjá landsstýrinum.
Men framvegis er lyftið frá landsins leiðara, løgmanni, ikki realiserað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder