Politikkur

Brandur Sandoy hevur sett Høgna Hoydal fyrispurning um Trygdargrunnin

...

2018-03-15 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á tingfundi 13. mars 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:


1. Hvussu stórt var fæið í Trygdargrunninum við ársbyrjan 2012 - 2017?
2. Hvussu nógv er brúkt til umsiting og nevndarsamsýningar árini 2012 - 2017?
3. Hvussu nógv hevur grunnurin goldið út í minstuløn og minstaforvinningi árini 2012 - 2017?
4. Metir landsstýrismaðurin at útgjalds-upphæddirnar, ið eru ásettar av grunninum, 1.050 kr./dag í minstuløn, og 18.500 kr./mánað í minstaforvinningi, eru hóskandi í mun til lønarlagið í samfelagnum, og í mun til arbeiðskorini fyri hetta hetta slagið av arbeiði?

Viðmerkingar:
Trygdargrunnur Fiskivinnunnar hevur nú verið virkin í 7 ár.
Seinastu tíðina er veiðivirðið hjá pørtum av føroyska flotanum sera nógv økt, og tí skuldi, tá samanum kemur, inngjaldið í Trygdargrunnin hækkað samsvarandi. Samstundis eru eitt nú línuskipini vorðin nógv færri í tali, og merkir hetta, at útgjaldið úr grunninum væntandi lækkar.

Tí er nærliggjandi at hugsa, at eginognin hjá grunninum er hækkað nógv seinastu árini.

Vinnan rekur Trygdargrunnin sjálv, og tí eru tað pengar hjá føroyska sjómanninum sjálvum, sum verða umsitnir av hesum grunni.

Seinastu trý árini eru lønirnar í samfelagnum, serliga almennu lønirnar, hækkaðar søguliga nógv, meðan minstalønin og minstiforvinningurin hava staðið í stað. Kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar somuleiðis, so í veruleikanum lækkar reallønin hjá teimum sum fáa útgjald úr hesum grunni.

Sjómaðurin undir Føroyum arbeiðir undir umstøðum, sum munnu vera ímillum tær strævnastu í heiminum. Veðurlagið við Føroyar er sera baldrut, og er tað tí ikki fyri veikar sálir at sigla við fiskiskipi undir Føroyum. Tí er tað undranarvert at staðfesta, at minimumslønin, sum hesum monnum er tryggjað, er munandi lægri enn ein arbeiðs­manna­løn á landi.
Hetta er ein beinleiðis forðan fyri, at ungdómar fara til sjós, og tí eiga vit í Føroyum at virka fyri, at minstalønin og minstiforvinningurin hækka munandi.

Tað er eingin meining í at geva heimild til at krevja pening inn frá sjómanninum í ein grunn, fyri at grunnurin skal vaksa seg stóran og sterkan og ikki gjalda peningin útaftur til tað, sum endamálið varð við grunninum, nevniliga at hjálpa sjómanninum sjálvum.

Á tingfundi 14. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder