Politikkur

Brandur Sandoy hevur fingið svar um Trygdargrunn fiskivinnunnar

...

2018-04-09 18:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal

landsstýrismaður

S v a r

uppá

fyrispurning frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, í løgtingsmáli

nr. S-014/2017 viðvíkjandi Trygdargrunni fiskivinnunnar

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu stórt var fæið í Trygdargrunninum við ársbyrjan 2012 - 2017?

2. Hvussu nógv er brúkt til umsiting og nevndarsamsýningar árini 2012 - 2017?

3. Hvussu nógv hevur grunnurin goldið út í minstuløn og minstaforvinningi árini 2012 - 2017?

4. Metir landsstýrismaðurin, at útgjalds-upphæddirnar, ið eru ásettar av grunninum, 1.050 kr./dag í minstuløn, og 18.500 kr./mánað í minstaforvinningi, eru hóskandi í mun til lønarlagið í samfelagnum, og í mun til arbeiðskorini fyri hetta slagið av arbeiði?

¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨

Svar:

Trygdargrunnur fiskivinnunnar er grunnur stovnaður í 2010, og hann hevur til endamáls at tryggja tí einstaka fiskimanninum inntøkutrygd.

Við stovnanini av Trygdargrunninum varð inntøkutrygdin hjá fiskimonnum flutt aftur til vinnuna sjálva at umsita, eins og hon upprunaliga var.

Sostatt er Trygdargrunnur fiskivinnunnar skipaður á nærum sama hátt sum Arbeiðsloysisskipanin (ALS).

At sita fyri og hava ábyrgdina av Trygdargrunninum velur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum innan fiskiveiði stýrið fyri grunnin. Í stýrinum eru tríggir limir umboðandi manningarfeløgini í fiskivinnuni og tríggir limir umboðandi reiðarafeløgini innan fiskivinnuna. Sjeyndi limurin er formaður stýrisins.

Frá stýrinum fyri Trygdargrunnin havi eg fingið hesar upplýsingar til tess at svara fyrispurninginum.

Til nr. 1

Gongdin í eginognini hjá Trygdargrunninum hevur verið henda:

Árslok 2011 : 62,7 mió. krónur

Árslok 2012 : 72,9 mió. krónur

Árslok 2013 : 80,2 mió. krónur

Árslok 2014 : 92,7 mió. krónur

Árslok 2015 : 106,7 mió. krónur

Árslok 2016 : 123,1 mió. krónur

Árslok 2016 : 126,9 mió. krónur

Stýrið fyri Trygdargrunnin metir, at grunnurin nú er so mikið væl fyri fíggjarliga, at tað hevur gjørt av at lækka inngjaldið úr einum prosenti niður í 0,6 prosent galdandi frá 1. januar 2017.

Lækkingin hevur havt við sær, at samlaðu inngjøldini eru lækkað úr 31,1 mió. krónum í 2016 niður í 19 mió. krónur í 2017.

Harvið hevur lækkingin eisini havt við sær, at ársúrslitið hjá grunninum er lækkað úr 16,4 mió. krónum í 2016 niður í 3,8 mió. krónur í 2017.

Endamálið við lækkingini er, at raksturin hjá grunninum skal javnviga soleiðis, at inngjøldini saman við fíggjaravkastinum so neyvt sum til ber svara til samlaða útgjaldið av inntøkutrygd og til kostnaðin at reka grunnin.

Tað verður við hesum miðað ímóti, at grunnurin hvørki hevur avlop ella hall í miðal í eitt longri tíðarskeið.

Til nr. 2

Árligu umsitingarútreiðslurnar hjá Trygdargrunninum hava verið hesar:

??ll tøl í tús. kr. 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017
Starvsfólkaútreiðslur 1.926 1.924 1.742 1.861 1.849 2.054 2.211
Nevndarsamsýningar 144 192 384 384 384 378 365
Fyrisitingarkostnaðir 989 1.574 1.559 2.186 1.976 2.447 1.812
Annar kostnaður 188 50 26 137 - - - 2,4
Meirvirðisgjald 70 75 77 237 181 294 143
Samanlagt 3.173 3.815 3.788 4.805 4.390 5.173 4.529

Starvsfólkakostnaðirnir eru broyttir í mun til broytingar í viðkomandi sáttmálum og í mun til broytingar í starvsfólkatalinum.

Talið av ársverkum hjá Trygdargrunninum minkaði við 0,7 ársverkum í 2017, og aftur í 2018 fer talið av ársverkum at minka við á leið 0,38 ársverkum soleiðis, at tað í ár vera 2,8 ársverk hjá Trygdargrunninum.

Stjórastarvið hevur verið ólønt síðani 2013 og er tí ikki partur av starvsfólkaútreiðslunum eftir 2013.

Samsýningin til teir sjey stýrislimirnar hevur verið óbroytt síðani 2013. Tó eru onkrar smávegis broytingar í samlaðu samsýningini til stýrið í sambandi við, at onkur stýrislimur er farin úr stýrinum, og annar er komin í staðin.

Orsøkin til, at fyrisitingarkostnaðirnir eru væl hægri árini 2014 til 2017, samanborið við árini frammanundan, er hon, at Trygdargrunnurin hevur fingið ment eitt nýtt kt-undirstøðukervi. Við hesum hevur grunnurin fingið eina nýggja, nútíðarhóskandi fakskipan, sum nøktar tørvin hjá grunninum, og sum hevur við sær, at fleiri av fyrisitingarligu uppgávunum nú í størri mun verða avgreiddar sjálvvirkandi og enn tryggari.

Verður sæð burtur frá serligu útreiðslunum til menning av nýggjari kt-skipan, so minkaðu samlaðu fyrisitingarkostnaðirnir bæði í 2016 og aftur í 2017.

Til nr. 3

Talvan niðanfyri vísir upphæddirnar, sum Trygdargrunnurin hevur goldið út í minstuløn, minstaforvinningi og dagstudningi árini 2011 ??? 2017.

??ll tøl í mió. kr. 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017
Minstaløn 6,5 7,4 9,7 6,7 5,7 7,7 7,9
Minstiforvinningur 3,8 3,7 3,9 4,3 4,9 5,3 5,7
Dagstudningur 1,9 - - - - - -
Samanlagt 12,2 11,1 13,6 11,0 10,6 13,0 13,6

Søguliga hevur útgoldna inntøkutrygdin sveiggjað millum stívliga 16 mió. krónur og slakar 38 mió. krónur seinastu 16 árini, áðrenn Trygdargrunnurin varð stovnaður.

Til nr. 4

Sum nevnt omanfyri, varð inntøkutrygdin í 2010 løgd til arbeiðsmarknaðarpartarnar í fiskiveiðuni sjálv at umsita.

Tað er stýrið, sum hevur ábyrgdina av grunninum og sum metir um, hvørt inntøkutrygdin ??? tað er minstaløn og minstiforvinningur ??? er á hóskandi støði. Metir stýrið, at tað er neyðugt at broyta hesi viðurskifti, mælir stýrið landsstýrismanninum til at gera neyðugar broytingar í inntøkutrygdini.

Síðani grunnurin var stovnaður fyri stívliga sjey árum síðani, er minstalønin tvífaldað úr 529,78 krónum um dagin í 2011 upp í 1.050 krónur um dagin.

Sama tíðarskeið er minstiforvinningurin hækkaður úr 11.037 krónur um mánaðin upp í nú 18.500 krónur um mánaðin.

Í mun til minstaforvinningin eru eisini broytingar gjørdar í m.ø. treytunum fyri at koma undir skipanina við minstaforvinningi, og broytingar eru eisini gjørdar í mótrokning av aðrari inntøku.

Stýrið fyri Trygdargrunnin metir, at inntøkutrygdin fyribils er á hóskandi støði.

Landsstýrismaðurin hevur sjálvsagt hugsanir um skipanina og tættirnar í henni, og um tørvur er á at gera broytingar.

Landsstýrismaðurin kann samskifta við stýrið fyri grunnin um hesar spurningar, og tað fer undirritaði eisini at gera.

Fiskimálaráðið, 28. mars 2018

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder