Í farnu viku varð kjak í Løgtinginum um fyrispurning hjá undirritaða, um minstuløn og minstaforvinning.
Tað kom greitt fram hjá øllum tingfólkum sum tóku orðið undir viðgerðini, at tey hildu minstalønina og minstaforvinningin til sjómenn verða láturliga lágan. At teir sum balast á sjónum ikki skulu hava tryggjaða eina inntøku sum er størri enn útgjaldið í ALS, og minni enn ein arbeiðsmannaløn á landi, varð av summum tingfólkum kallað fyri skomm.
Tingfólk undraðust á, at umsitingin av grunninum er 30-45% av útgjaldinum ið latið verður fiskimonnunum, og somuleiðis undraði tað tingfólk, at hýran hjá teimum sum eru í stýrinum fyri Trygdargrunnin var útvið trýfaldað uppá 4 ár.
??ll tingfólk vóru á einum máli um, at nú eginognin í grunnurin er komin uppí 93 mió kr, og grunnurin hevur eitt avlop árliga sum er 10 mió kr, er avgjørt rúm fyri einum munandi hækkaðum útgjaldi úr grunninum.
Nú nýggja stýrið í Trygdargrunninum tekur við, og skal til at avgera hvussu stórt útgjaldið úr grunninum skal verða, eigur stýrið at hugsa seg væl um. Greitt er, at pengarnir ið stýrið umsitur, eru pengar sum sjómaðurin eigur, og skulu tí umsitast við ábyrgd og við virðing fyri sjómanninum.
Heitt verður tí enn einaferð á nýggja stýrið fyri Trygdargrunnin um at hækka útgjaldið úr grunninum, soleiðis at minstalønin og minstiforvinningurin hækka munandi.
Brandur Sandoy, Tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald