2014-12-09 03:00
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Tiltak á Býarbókasavninum týsdagin 9. desembur kl. 15-18:
Skriva eitt bræv
Set ferðina niður og kom inn á bókasavnið og skriva eitt bræv.
Týsdagin 9. desember kl. 15-18 er brævskrivingarkafé á niðastu hædd.
Vit leggja fram pappír, skriviamboð og frímerktar brævbjálvar og bjóða eisini okkurt gott afturvið, so nú kanst tú gleða abba tín, vinkonuna í Australia ella ein annan gamlan pennavin við einum hondskrivaðum brævi í postkassanum.
Býarbókasavnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald