Politikkur

Bræv sent til Aksel V. Johannesen

...

2016-12-16 21:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Soljóðandi skriv er í dag sent til Aksel V. Johannesen, løgmann - skrivið er frá kommununum í Vágum og Klaksvíkar kommunu, politiskum valfeløgunum í Vágum og vinnurekandi í Vágum og Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Miðvágur, 12.12.2016

Til

Aksel V. Johannesen, løgmann

Viðvíkjandi: Pf. Vágatunnilin:

Avtalan skal haldast

Politiski myndugleikin gjørdi á sinni eina lógarsamtykt um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð.

Landið lat ávikavist umleið 160 milliónir til Vágatunnilin og uml. 230 milliónir krónur til Leirvíkstunnilin.

Restupphæddin av lánsupphæddini umframt rakstur í afturgjaldstíðini skuldi gjaldast aftur við bummpeningi. Síðan skuldu partafeløgini og bummurin avtakast, og hesi vegastrekkir leggjast í landsvegakervið.

At hetta var ætlanin eru politikarar, ið sótu við ræði tá tunnlarnir vóru samtyktir, umframt føroya fólk, vitni til.

Vísast kann eisini til stórfund, ið var á Giljanesi um málið á vári 2016, har m.a. fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, eins og fyrrverandi og núverandi løgtingsmenn vóru tilstaðar. Eisini greiddu fólk frá teirra hugsan tá avtalan varð gjørd.

Niðurstøðan var púra greið: Tá lánsupphæddin var niðurgoldin eftir áleið 15 árum, so skuldi ikki gjaldast meira um Vestmannasund og Leirvíksfjørð.

Hetta var ein greið avtala og somuleiðis fatan ímillum føroyingar tá eins og nú.

Nú er Vágatunnilin útgoldin ??? og bummurin skal burtur. Tað verður eitt stórt framstig, helst størri enn tá tunnilin kom á sinni. Tað hava vit glett okkum til í mong ár.

Vit hava hildið okkara part av avtaluni ??? og nú skal landið halda sín part.

Tí kunnu politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum, umframt kommunur, vinna, ferðavinna eins og vanligi brúkarin als ikki góðtaka at framhaldandi gjald verður kravt til ein tunnil, ið er útgoldin.

Vit meta, at eitt slíkt gjald er ólógligt at leggja á brúkaran/vinnu og er eitt greitt brot á eina gjørda avtalu. Slíkt gjald er kappingaravlagandi og ein forðan fyri vøkstri.

Vit krevja, at avtalan verður hildin ??? og bummgjaldið verður avtikið beinanvegin.

Vit vilja eisini minna á, at tygum, Aksel V Johannesen, løgmaður, lovaðu valfeløgunum /kommununum fund um málið í sept. 2016.

Vit krevja at fáa hendan fundin sum skjótast.

Vegna

Kommunum í Vágum og Klaksvík

Valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum

Vinnuna og Ferðavinnuna

Rósa Samuelsen , Borgarstjóri í Vága Kommunu

Eyðdis Hartmann Niclasen , Komandi borgarstjóri í Vága kommunu

Súne Jacobsen, Borgarstjóri Sørvágur

Aime Jacobsen

Jógvan Skorheim , Borgarstjóri Klaksvík

Sølvi Símunarson , Vága Tjóðveldisfelag

Jarnold Nattestad , Vága Fólkafloksfelag

Marjus Dam, Vága Sambandsfelag

Napoleon Magnussen, Vága Javnaðarfelag

Jákup Suni Lauritsen, Miðflokkurin

Erhard Jacobsen Sjálvstýrisflokkurin

Vinnuna:

Kristian Olsen , SP/f KJO Lastvognskoyring

Atli Gregersen , Stjóri Luna

Rúni Magnusson EUR Express

Johan á Mýrini , stjóri H- Dygd

Marit J Magnussen Stjóri Gamla hotellið í Miðvági

Ári Thomassen Stjóri Sandavágs Timburhandil

Niels Olgar Joensen, Stjóri Giljanes

Jens Kristian Haraldsen stjóri Klima.fo

Thorfinn Nielsen, Stjóri elinnlegging

Jákup Joensen Stjóri OilWind

Jógvan við Keldu , umboðani Vinnulívsráðið í Klaksvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder