Politikkur

Børn og framtíðin

...

2015-08-24 05:16 Author image
placeholder

Børn og framtíðin!

Okkara størsta íløga eru børn okkara. Tað eru tey, sum skulu taka við og stýra hesum landi í framtíðini. Og tí er tað av alstórum týdningi, at tey fáa eitt ríkt og mennandi barnalív!

Sum samfelagið er skrúva saman í dag, eru flestu foreldur útiarbeiðandi.

Fyri at tað kann lata seg gera, mugu børnini verða ansað av øðrum.

Her hava vit fingið eina røð av góðum, vælbygdum stovnum, - men ramman er bert ein partur av hesum.

Tær heitu hendurnar og innihaldið er mest týðandi parturin, fyri at barnið fær sínar grundtørvir nøktaðir og kann trívast og mennast!

Hetta krevur so aftur, at hesar 'heitu hendur' hava góð kor, tí trívast starvsfólkini, verður orkan og innsatsurin munandi størri - og sjúkradagar minka!

Hetta er staðfest!

Her er altavgerandi at normeringin verður hildin.

- At eitt lógarfest minstamark av tímum pr barn verður ásett, soleiðis at hvør kommuna ikki kann skalta og valta við tí, sum teimum lystir!

- At tey ikki hyggja til londini rundan um okkum og finna tað landið/kommunu, sum hevur tað minsta tímatalið og halda seg til tað!

Hetta tryggjar, at barnið altíð hevur ein vaksnan nær hjá, og tey vaksnu ikki verða niðurkoyrd!

Virðingin fyri tí námsfrøðiliga fakinum eigur eisini at síggjast, m.a. at tað er vorðið ein Bachelor útbúgving, also akademisk útbúgving. Hetta sæst IKKI á lønartalvuni! Námsfrøðingar liggja væl lægri enn aðrar millumlangar Bachelorútbúgvingar á Setrinum, serliga endalønin, sum er uml. kr. 8.000 minni! Her átti at verið gjørd ein felags grundløn fyri allar millumlangar Bacheloútbúgvingar á Setrinum!

Hetta vildi eisini haft við sær, at fleiri velja at fáa hesa útbúgving, - sum er í Føroyum - og at hesi fólk verða verðandi í Føroyum!

PS. Her má eisini líka nevnast støðan, sum námsfrøðilesandi eru komin í, orsaka av, at viljin at løna teirra starvslærarum hóskandi í praktiktíðini, ikki er til steðar. Ikki nokk við tí, men har verður givið teimum eitt rættiliga niðursetandi svar: "Tit fáa longu ov nógv!"

Stutt sagt: Við at geva teimum 'heitu hondunum' betri kor og uppibornað virðing, gera vit eina størri og virðismiklari 'investering' í okkara framtíðar tilfeingið - børnini!

Charlotta av Váli Olsen.

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder