Politikkur

Borgarstjórin sleppur ikki at røkja bæði størvini

...

2015-09-15 02:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein meiriluti í Klaksvíkar býráð feldi í kvøld uppskotið um at lata Jógvan Skorheim, borgarstjóra røkja borgarstjórastarvið og løgtingsarbeiði samstundis.

Einasta mál til viðgerðar á eykabýráðsfundinum í kvøld var umsóknin hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra um heimild at røkja borgarstjórastarvið og løgtingsstarv samstundis.

Gunvá við Keldu og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vóru ikki á býráðsfundi, og í teirra stað komu ávíkavist Erling Ptersen og Jan Gardar.

Jógvan Skorheim var ógegniður, so Beinta Klakstein tók sæti í hansara stað.

Uppskotið fall við trimum atkvøðum fyri og átta atkvøðum ímóti.

Fyri uppskotinum atkvøddu: Kristian Eli Zachariassen, Beinta Klakstein og Signhild V. Johannesen.

Ímóti uppskotinum atkvøddu: Steinbjørn O. Jacobsen, Jóhann Lützen, ??luva Klettsgarð, Erling Petersen, Eyðstein ??. Poulsen, Jan Gardar, Atli S. Justinussen og Herfríð J. Sørensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder