Ítróttur

Borgarstjórin og liðformaðurin fingu hvør sítt Víkinga-teppi

...

2016-10-21 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið vóru einar 50 kvinnur savnaðar til eitt bindiklubbakvøld í Norðragøtu.

Tað var virknis- og tilhaldsstaðið ???Gloym meg ei???, ið heldur til í Gøtubrá, sum enn einaferð skipaði fyri hesum vælumtókta tiltaki.

Higar til ???Gloym meg ei???, ið er ein partur av virkseminum hjá Almannaverkinum, koma fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Her luttaka tey í ymiskum handaligum aktivitetum, ymiskum borðspølum umframt sosialari samveru og práti. Sum ein part av virkseminum verða ymiskir prýðislutir, kort og handkløð gjørd ??? og nú eisini teppi, millum annað teppir við bæði liti og búmerki hjá fótbóltsfelagnum Víkingi á.

Nú bindiklubbakvøldið var á skránni, samstundis sum fótbóltsfepurin herjar í Gøtu, høvdu fyrireikararnir gjørt av at bjóða borgarstjóranum í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen og liðformanninum hjá fótbóltsfelagnum Víkingi, Atla Gregersen til tiltakið.
Sum eitt yvirraskilsi fingu Jóhan og Atli handað tvey tey fyrstu av hesum sergjørdu teppunum, sum teir báðir fegnaðust um.
Skal ein trúgva tí, sum Atli Gregersen segði, so verður hetta teppið, og fýra onnur ið vóru bíløgd hetta sama kvøldið, longu tikin í nýtslu klokkan 14 í morgin, tá Víkingur skal spæla móti AB á Argjum.
Atli Gregersen greiddi stutt frá, at nógv stendur uppá spæl úti á Argjum, og at hann tí ikki ætlaði at sita á bonkinum undir dystinum.
- Hetta teppið sær út til at vera væl gjørt og sær eisini heitt út. So hjá teimum spælarunum, sum koma at sita á bonkinum á Argjum, fer tað at vera gott at hita seg við, segði Atli Gregersen við brosi á kinn.
??tlanin er, at tey í ???Gloym meg ei??? fara at binda fleiri slík teppi ??? eisini til onnur fótbóltsfeløg í landinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder