Tíðindaskriv 19. november 2013
Borgarstjórin
í Havn lovar 50 metra hyl innan tvey ár
Meirilutin í Tórshavnar Býráð við borgarstjóranum á odda tekur undir við at
fara undir at projektera og byggja 50 metrahyl í Gundadali skjótast gjørligt.
Tað kom fram undir 75 ára hátíðarhaldinum hjá Havnar Svimjifelag, sum fór fram
leygardagin í síðstu viku. Heðin Mortensen væntar, at svimjararnir kunnu loypa
út í nýggja hylin um tvey ár.
Tað var sera fløvandi hjá nevndini í Havnar Svimjifelag og limum tess at hoyra
Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í
mentanarnevndini, kunngera á 75 ára jubileumshaldinum leygardagin, at tey
treytaleyst taka undir við at byggja ein so leingi saknaðan 50 metra hyl fyri
teir hundraðtals limirnar hjá Havnar Svimjifelag, ið hava sera trong kor at
íðka sín ítrótt í dag.
Býráðið hevur longu sett 10 mió. krónur av á fíggjarætlanini fyri 2013. Tað var
tí gleðiligt at hoyra borgarstjóran í talu síni kunngera, at eisini peningur
verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2014, sum júst er til viðgerðar í
býráðnum.
Spurdur aftaná, nær svimjarar og tey, sum varða av svimjingini í høvuðsstaðnum,
kunnu rokna við, at 50 metra hylurin verður liðugur, segði Heðin Mortensen, at
hann væntaði um eini tvey ár.
Forkvinnan í mentarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Helena Dam á Neystabø, ivast
heldur ikki í, at tað einasta rætta er at byggja ein 50 metra hyl.
- Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá Tórhavnar Kommunu til at fara
undir at byggja ein 50 metra hyl. Og eg veit, at bygginevndin av álvara er
farin til verka at fyrireika staðseting og at orða eina byggiskrá, sum eru
fyritreytir fyri einari væleydnaðari byggiverkætlan, segði Helena Dam á
Neystabø.
Hon segði seg fegnast um, at Havnar Svimjifelag framhaldandi ger eitt so stórt
og miðvíst arbeiði. Bæði fyri almenna svimjing fyri øll, men eisini fyri
úrvalssvimjingina.
Nevndin í HS fegnast somuleiðis um greiðu útmeldingarnar hjá førandi
lokalpolitikarunum í høvuðsstaðnum.
- Tað var sera upplyftandi hjá okkum í felagnum, sum hava so trongar umstøður
at íðka og arbeiða undir, at hoyra bæði borgarstjóra og forkvinnuna í
Mentanarnevndini lova, at arbeiðið við 50 metra hylinum umsíður fer í gongd.
Hetta var tann besta føðingardagsgávan, vit kundu ynskja okkum, sigur Erling Eidesgaard,
formaður í Havnar Svimjifelagi.
Áhugin millum bæði ung og gomul fyri føðingardagstiltakinum hjá HS, sum varð
stovnað 8. september 1938, var stórur. Umframt móttøku fyri almenninginum við
fotoframsýning, tónleiki, talum og onkrum leskiligum at drekka, har millum
2-300 fólk møttu, bjóðaði felagið morgunmat og skipaði fyri morgunvenjing.
Eftir móttøkuna var ein sokallað Masters-kapping við eldri svimjarum.
(Myndatekstur)
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og
Erling Eidesgaard, formaður í HS, avmyndaðir undir jubileumstiltakinum
leygardagin. Sigandi fyri trongu umstøðurnar hjá felagnum er, at pláss var ikki
fyri málninginum, ið er 75 ára føðingardagsgáva frá svimjifelagnum ??gir úr
Klaksvík. Tí mátti listaverkið eftir Livar Nysted latast kommununi í varðveitslu,
til hølisviðurskiftini gerast betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald