Sjálvandi skal ein komandi borgarstjóri rætta hondina út og siga, at ???hendan kommunan er fyri okkum øll. Og ja, eg vil tí eisini fegin gifta samkynd!???
Ein av uppgávunum hjá komandi borgarstjórum er heimildin at gifta samkynd. Hetta er ein nýggj uppgáva og nýggj heimild, sum verandi og undanfarnu borgarstjórar ikki hava havt.
Tá ið málið var fyri í løgtinginum vóru nøkur, sum ikki vistu, hvat tey skuldu meina um málið og enn minni, hvat tey skuldu atkvøða. Onkur av hesum bjóða seg nú fram at verða borgarstjóri.
Sum borgarstjóri kanst tú játta og tú kanst nokta at gifta samkynd. Sjálv haldi eg tað verða mannminkandi mótvegis teimum samkyndu, sum ynskja at giftast borgarliga, at borgarstjóri teirra sigur "nei, hesum eri eg ímóti, so eg biðji ein annan gera tað!".
Um veljarar í kommununi ynskja ein, sum sigur nei ella ein sum sigur ja til at gifta samkynd er umráðandi, at tey vita hvørja støðu valevnini hava til málið.
Tí er so umráðandi, at hesi og serstakliga tey, sum longu bjóða seg fram at verða borgarstjóri, melda greitt út, um tey eru sinnað at gifta samkynd ella ikki.
Sjálv haldi eg ikki, at tað er virðiligt fyri hvørki tey samkyndu ella okkum onnur, at ein borgarstjóri útdelegerar uppgávuna til ein annan, tí hann sum borgarstjóri ikki vil gifta samkynd. Slíkt er bæði særandi og niðrandi og hoyrir ikki nútíðini til!
Latum okkum tí taka lógvatak saman og bjóða øllum borgarum javnbjóðis rættindi og siga ???hendan kommunan er fyri okkum øll. Og ja, eg vil tí eisini fegin gifta samkynd!???
???Annita á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald