Borgarstjórarnir í Sandoynni fegnast um at túratalið um Skopunarfjørð álíkavæl ikki lækkar.
Borgarstjórarnir ásanna, at neyðugt hevur verið at gjørt nakrar tillagingar í ferðaætlanini, soleiðis at onkrir túrar eru fluttir, hetta fyri at uppfylla altjóða krøv. Tí er at fegnast um, at gjørligt hevur verið at funnið annað pláss í ferðaætlanini, soleiðis at samlaða túratalið verður óbroytt.
Broytingarnar hava við sær, at tænastan um Skopunarfjørð verður munandi betri fyri vinnulívið, samstundis sum skúlanæmingar, pendlarar og summargestir í oynni lættari kunnu koma í oynna. Somuleiðis hevur tað stóran týdning fyri pendlararnar, at teir túrarnir sum hesir borgarar okkara brúka, hereftir verða sigldir beinleiðis suður.
Borgarstjórarnir fegnast um, at nýggja leiðslan á SSL og landsstýrismaðurin hava víst vilja at funnið loysnir, og hava lurtað eftir ynskjum úr Sandoynni, nú nýggj ferðaætlan er løgd.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun
Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavík
Anita Joensen, varaborgarstjóri í Skálavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald