Politikkur

Borgarstjórar draga lokalpolitikk í Løgtingið

...

2015-04-30 22:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Borgarstjórar hoyra í roynd og veru ikki heima í Løgtinginum, tí teir draga sjálvandi lokalpolitikk inn í tingið. Í løtuni stendur ein heilur hópur av borgarstjórum oman á hvørjum øðrum í royndunum at sleppa sær inn í Løgtingið. Seinastu tíðina er næstan ikki dagur farin, uttan at ein borgarstjóri boðar frá uppstilling í landspolitikki.

Fremsta uppgávan hjá borgarstjórum er at umsita og varða av sínum kommunum, og tí sigur tað seg sjálvt, at teir ikki eru førir fyri yvirskipað at taka avgerðir, sum skulu gagna øllum landinum. Sama hvussu góður viljin er, so verða teir altíð væl og virðiliga litaðir av sínum borgarstjórasessi og tí natúrliga trýsti, sum teir kunnu koma undir í ymiskum málum í nærumhvørvinum, har allar virðismiklu atkvøðurnar búgva.

??ll hava rætt til at stilla upp, men kortini eigur tað at vera ein greiðari skilnaður millum landspolitikk og kommunupolitikki, um skil skal verða á. Tað er trupult at lóggeva um hetta, men fólk kunnu sjálv vera so mikið at sær komin, at tey duga at síggja trupulleikan. Eg havi sjálvur verið eykamaður í tinginum hetta valskeiðið, har eg eisini siti í býráðnum í Tórshavnar kommunu, so henda áskoðan mín er eisini grundað á egnar royndir.

Eg havi áður givið til kennar, at lokalpolitikkurin framvegis fyllir alt ov nógv í Løgtinginum. Havi eisini vónað, at vit eru í eini lærutilgongd, sum so líðandi javnar seg, men samstundis ivist eg stórliga í hesum, tí tað hevur verið so grelt í mongum førum. Støðan við nalvaskoðandi lokaláhugamálum á Løgtingi hevur ongantíð verið verri enn hetta seinasta valskeiðið, har tað fyrst og fremst hevur snúð seg um at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best.

Eg havi framvegis ikki hug at nevna ítøkilig dømir, tí so veit eg, at orðaskiftið fer av kós. Tey flestu, sum fylgja nøkulunda við, vita kortini, at hetta er tað, sum fyriferst á politiska pallinum ??? innan almannaøkið, heilsuverkið, skúlaøkið og onnur økir. Og tað er eingin ivi um, at hetta verður uppaftur verri, tess fleiri borgarstjórar og kommunupolitikarar koma í Løgtingið.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder