Politikkur

Borgarliga hugsjónin tryggjar vælferðina

...

2015-08-14 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um enn illa lýst í almenna rúminum, so hevur samfelagið verið fyri einari trivaligari menning síðstu fýra árini.

Nú mugu borgarligu kreftirnar standa saman í stríðnum at varðveita tryggu gongdina í samfelagnum.

Á vinnuøkinum eru vit vorðin ein tjóð við fjølbroyttum og fíggjarliga sterkum fyritøkum, ið megna at standa ímóti, tá tíðirnar broytast. Hetta er at frøast um og grundleggjandi neyðugt, um vit skulu kalla okkum eitt trygt vælferðarsamfelag.

Enn er langt á mál, men kósin er sett.

Samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum komandi árini - bæði fíggjarliga, fólkafrøðiliga og bygnaðarliga. Valið og valstríðið hesaferð verður av (mongum) valevnum og flokkum brúkt til slatur og sleyg um sitandi samgongu. Framtíðarboðskapur er lítil og eingin at hóma, men verður heldur køvdur av tí orku, mongu valevnini og flokkar teirra leggja í at fjala ta skjalfestu framgongd, ið samfelagið hevur verið fyri.

Við Fólkaflokkinum við rórið verður borgarin tryggur. Borgarar verða ikki settir upp ímóti hvørjum øðrum. Borgarliga vælferðin verður tryggja við skynsomum fíggjarpolitikki, ið tekur støðið í eini kappinarførari skattaskipan, ið ikki køvir virkishugin hjá tí einstaka.

Fólkaflokkurin fer í komandi setu framhaldandi at seta skattin í brennidepilin, útbyggja samfelagið, tryggja vælferðina - og fremja ein politikk, ið fremur virkishugin hjá fólki. Fólkaflokkurin fer framhaldandi at virka fyri einum fjølbroyttum vinnulívi, einari fjølbroyttari skúlaskipan og ikki minst skal heilsuverkið leggjast í eina trygga skipan komandi setu.

Fólkaflokkurin vil framgongd


Eyðstein Poulsen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder