2017-09-24 10:12
Borgarin fór at sigla inn í gjárkvøldið við 950 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um 6-tíðina seinnapartin.
Skiparin John Leif Joensen sigur, at teir sleppa framat at landa á midnátt, tá ið Norðingur er liðugur at landa.
Tað er nakð av vindi lágt, so teir sigla róliga fyri at skána fiskin í tangunum sum best.
Borgarin hevur nú fiskað alla makrelkvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald