2017-10-16 16:01

Borgarin kemur á Kollafjørð kl. 18 við 800 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi, beint norðanfyri føroyska markið.
Vit tosaðu við skiparan - John Leif Joesen - fyri løtu síðan, hann segði, at tað er sjaldsama stór sild teir koma við, støddin liggur um 410 - 430 gramm.
Borgarin sleppir framat at landa beinanvegin teir koma á Kollafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald