2017-10-01 21:16
Borgarin, sum hevur roynt eftir sild á uml. 64N og 5V, fór at sigla inn í dag við 600 tonsum, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Borgarin kemur á Kollafjørð kl. 3 í nátt, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn, í løtuni landar Tummas T. men teir verða liðnir tá ið Borgarin kemur.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið hevði ikki verið nakað serligt í dag, men nú lotaði hann høgt og veðrið var batnað.
Tað eru 12 mans við hendan túrin - skipari er John Leif Joensen.
Borgarin fer nýggjan túr mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald