2017-08-29 18:50
Borgarin siglir inn við 280 tonsum av makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði til Faroe Pelagic.
Vit tosaðu við skiparan - Kristian Dam - fyri løtu síðan, Kristian segði, at veðrið gjørdist so ólagaligt í nátt, at teir valdu at seta kós til lands, teir hava hendan túrin verið saman við Grønanes, Grønanes er enn á feltinum, teir eru farnir at trolað saman við Norðingi.
Kristian segði, at støddin var góð - hon lá millum 490 og 500 gramm.
Borgarin verður á Kollafirði mitt í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald