Vinna

Borgarin er farin at sigla inn í kvøld

...

2017-09-14 20:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Borgarin er farin at sigla inn í kvøld av makrelfeltinum norðanfyri.

Skiparin John Leif Joensen segði við JN.fo fyrr í kvøld, at teir hendan túrin hava roynt á uml. 64N og 30 fj. frá altjóða markinum eystanfyri. Tað var ruskveður í dag, men tó roynandi.

Borgarin hevur 1.000 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, Borgarin verður á Kollafirði um 14-tíðina í morgin, teir sleppa framat at landa, tá ið liðugt er at landa Norðing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder