FIF.fo skrivar: Leygardagin var árliga Top Run runnið fyri 13. ferð. Heilar átta ferðir frammanundan hevði Sam Vang vunnið hesa krevjandi renning, sum byrjar í Kollfjarðadali og endar á Sornfelli, ein teinur, sum er umleið 9,8 kilometrar. Aftur í ár stóð Sam Vang á startlinjuni, og varð mettur at vera størsti favorittur á degnum.
Tað var annars Henry Olsen, sum legði seg á odda í byrjanini, og nokk so skjótt vóru hesir báðir einsamallir í oddinum við Niels Poulsen á triðja. Eftir umleið fýra kilometrar, fór Sam Vang frá Henry og rann seg til ein tryggan sigur. Henry Olsen helt væl sítt 2. pláss, meðan Niels mátti kýta seg fyri at halda Regin Zachariassen aftanfyri.
36 ár . So stórur var aldursmunurin á teimum báðum, sum kappaðust um fremsta plássið hjá kvinnunum. Eftir at hava fylgst meginpartin av teininum, var tað 49 ára gamla Borgarhjørt Holm, sum setti eina troytta Mariu Biskpstø av, og fór næstan ein minutt undan henni seinasta kilometurin. Rigmor N. Arge bleiv nummar trý.
??ll úrslitini síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald