Yvirlýsing
Borgarafundur í Kaldbak átalar framferðina hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við ætlanina at leggja eitt sera stórt vinnuøki á Sundi og langt út á Kaldbaksfjørð.
Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð ikki heldur kommunustýrisskipanina fyri Tórshavnar kommunu, samanleggingarsáttmálan millum kommunurnar, og kunngerðina ???Um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu???, nr. 67, frá 12. Oktober 1976.
Í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu verður sagt: ???Kaldbaksnevndin vegleiðir, og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera???.
Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið at leggja eitt vinnuøki á Sundi fyri Kaldbaksnevndina í 2016. Nevndin fekk tí ikki høvi at umrøða og gera tilmæli í hesum máli, sum beinleiðis rakar Sund og Kaldbak, tí fjørðurin er bara 800 metrar breiður.
Borgarafundur átalar hetta brotið á rættarstøðuna hjá gomlu Kaldbaks kommunu.
Nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu ætlanini at leggja eitt vinnuøki á Sundi í januar 2017.
Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð skjúgvaði til viks ynskið og mótmælið hjá allari bygdini.
Borgarafundurin harmast um, at Tórshavnar býráð ikki so frægt sum setti seg í samband við Kaldbaksnevndina, ella fólkið í Kaldbak, tá nær um øll bygdin vendi sær móti hesum sera stóra náttúruinntrivi við Kaldbaksfjørð.
Borgarafundurin í Kaldbak heitir við hesi yvirlýsing á Tórshavnar býráð um at taka alt málið um ætlaða vinnuøkið uppaftur, og fylgja ásetingunum fyri Kaldbaksnevndina, samanleggingarsáttmálan og kunngerðina um samanleggingina.
Í Kaldbak, tann 12. juni 2017
Finnbjørn Simonsen
Fundarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald