2015-08-19 13:45
H71 er komið væl áleiðis í sínum fyrireikingum til komandi kappingarár, sum byrjar hjá besta mansliðnum tann 19. september.
Mansliðið hjá H71 er sett saman av ungum evnaríkum leikarum, og harumframt hava vit fingið styrk í ár við tað, at Peter Krogh er komin aftur at í hópin. Peter Krogh hevur leikt í bestu donsku deildini áður og skal eisini verða venjari hjá nýggja kvinnuliðnum hjá H71.
Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen halda fram sum venjarar hjá besta mansliðnum.
H71 fegnast um, at samstarvið við Bónus frá undanfarnu árum heldur fram, tí uttan góðar stuðlar ber ikki til at reka eitt hondfóltsfelag í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald