JN

Bóndafelag Føroya havt ársaðalfund

...

2018-03-19 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 17. mars, hevði Bóndafelag Føroya aðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Luttøkan var góð og umframt vanligu skránna á aðalfundinum, vóru nakrar áhugaverdar framløgur. Anna Rubeksen greiddi frá um Heimablíðnisskipanina og luttøkuni á EMBLA. Tróndur Leivsson frá Búnaðarstovuni greiddi frá um ymisk viðkomandi mál innan landbúnaðarvinnuna í dag og eisini landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Høgni Hoydal, helt røðu og svaraði spurningum.

Nevndarval var eisini á skránni og er øll nevndin afturvald.

Í Nevndini sita: Sigert Patursson, Hoyvík, formaður ??? Eynar Martin Kjærbo, Skálavík, næstformaður ??? Heini á Heygum, Vestmanna, nevndarlimur ??? Eyðfinnur í Búðini, Velbastaður, nevndarlimur ??? Dánjal Petur Múller, Kvívík, nevndarlimur ??? Mourits Sørensen, Streymnes, nevndarlimur ??? Símun Gullaksen, Hattarvík, 1. tiltakslimur, Jóhan Jógvansson, Saksun, 2. tiltakslimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder