Politikkur

Bøn fyri komandi stjórn

...

2015-08-31 13:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu tveir dagarnar er ketan heilt hoppa av hjá Javnaðarflokkinum og LGBT. Hetta sjálvsving hevur uppnátt hæddir, ið ongin roknaði við í bræði, hóast vit vistu at tað fór at gerast svárt at vera trúgvandi. Henda herferð er alt annað enn ærlig. Vit hava í vikur vita, at ein bønarløta skuldi vera á Vaglinum, og tí kann tað ómøguligt koma nøkrum óvart, at bønarløtan var hildin.

So legði fyrrverandi Løgmaður okkara (Jóhannes Eidesgaard) út við at undrast yvir hesa ???seansuna???, ið skuldi vera í Miðbýnum. Hann metti hetta at biðja fyri komandi stjórn var sera suspekt og óføroyskt.

Samstundis fekk Ann Dahl Hansen, prestur, av at vita frá fólki, ið hon kennir á m.a. Facebook. Onkur hevur enntá slettað hana sum vin, um eg havi skilt tíðindini rætt.

Síðani fór skriðjan avstað, og Sjúrður Skaale kom uppí grátikórið. Hann spurdi á Facebook, hvat vit ætlaðu okkum at biðja fyri. Fyri honum var tað óivað sæð sum ein provokatión av onkrum slagi. Vit eru kanska ein Kristilig biðimafia ella okkurt líknandi. Vit gera okkum inn á onnur við bøn? Vit taka rættindi annara við bøn? Hvussu hann hugsar tykist sera fløkt.

Fordømingar uppfylging
Nú hevur Sjúrður so fylgt hesum upp í besta javnaðarstíli við einari video uppá yvir 7 minuttir, har ið Miðflokkurin fær av at vita. Tað er jú altíð Miðflokkurin, ið hevur skyldina, um tú spyr ein javnaðarmann.

Miðflokkurin hevur ífylgi Sjúrða skyldina í stórt sæð øllum fíggjarligum avgerðum, og hann vil harafturat minna Miðflokkin á, at Bíblian kann nýtast til at argumentera fyri alskyns ræðuleikum, fyri at tiltuskað sær makt og ávirkan.

Tá eg hugdi eftir video???ini fyrstu ferð, so gingu nøkur sekund, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at maðurin faktiskt royndi at vera álvarsamur. Eg sá Kára Kul og tílíkt fyri mær fyrst, og hugsaði at hann fór at siga ???ha ha???.tvætl tit???.X við C!???, ella okkurt líknandi.

Men nei, hann helt á, og fór at tosa um, hvussu tað einasta Miðflokkurin ynskti, var at vera ímóti at homoseksuell kunnu giftast. Alt annað var líkamikið, helt hann. Síðani skuldi alt landið stýrast eftir Miðflokkahugsan, og kundi tá javnmetast við tey fjarskotnu lond, ið hava eitt totalitert stýrið. Listin av ákærum er langur, so tað er nokk best, at tit hyggja eftir hesi video sjálv.

Hetta er andlit okkara á Fólkatingið í Danmark.Klippið er her

LGBT sá nú kjansin
Nú sá LGBT, at tíðin var búgvin til at gremja seg, og ein settist við tastaturið. Nú var alt so ringt, og øll hataðu og speiróku seg, og so var eisini víst til bønina á Vaglinum.

Eingin í hasum felagskapinum er hataður av Miðflokkinum, skal eg líka nevna. Miðflokkurin hatar ikki, og ynskir at vera ein fevnandi flokkur.

Mær dettur í hug, hvussu eg fór beint yvir til ovasta LGBT???ara í Føroyum, tá eg sá hann í SMS fyri tveimum døgum síðani. Eg rætti hondina fram, og vit tóku eitt prát saman við Sveini Tróndarsyni um nýggjastu veljarakanningina. Vit í Miðflokkinum ynskja øllum væl, og hesin LGBT???ari er onki undantak.

Ongin bøn á Vaglinum, var vend ímóti nøkrum homoseksuellum, men heldur til Gud Ísraels. Eg kenni fleiri av fyriskiparunum til bønartiltakið, og teir hata so ongan homoseksuellan. At biðja fyri menniskjum, merkir ikki at ein hatar tey. Tað skuldi verið óneyðugt at sagt nøkrum hetta.

Prestar melda út
Nú byrja prestar at velja síðu, og fordøma Ann, fyri at vera partur av einum bønarátaki.

Einum bønarátakið, tit!

Alt frá tí hægsta til hitt lægsta vilja kasta við runu.

Nú er eisini onkur tíðindamaður farin ov langt, og Ann følir at hon noyðist at fara lógarinnar veg, fyri at steðga hesari ???lynch mob???, ið nú hevur samlað seg rundanum hennara persón.

Rollan er veruliga øvugt
Nær fáa vit trúgvandi nokk, og siga at nú er málið fult?

Eiga vit at ganga og vera bangin fyri hvørjum orði í dagligari talu, tí vit vita at tað verður nýtt ímóti okkum aftur?

Eiga vit at ganga við eygunum niður í vegin, tí at vit halda at onnur meta seg vera betur fyri moralskt og etiskt enn vit?

Persónliga havi eg hug at siga, at hetta grátikórið uppførir seg sum forkelað smábørn.

Tá ein ikki kann skilja, at vit í Føroyum hava rætt at savnast til tiltøk, hvat veit viðkomandi so um rættindi føroyinga?

Tá ein ikki tolir at onkur veruliga trýr tí, sum Bíblian talar um, so er løgi at viðkomandi kann tosa um trúarfrælsi.

Tá ein kann finnast at trúgvandi menniskjum, ið biðja, men gleðast yvir tey, ið mala við skeltum við fúlum orðum á, so er løgið at viðkomandi kann føla eina moralska yvirvág.

Góðu føroyingar, latið hin trúgvandi fáa frið! Tað er hin trúgvandi, ið er fyri ákoyringum. Hin trúgvandi fær ljót orð við á vegnum. Hin trúgvandi eigur nú rættin til vreiði, men nýtur hann ikki. Hin trúgvandi eigur at vera frustreraður nú, men hellur seg til Gud í ákallan og bøn við tøkk.

Alt ímeðan onkur LGBT???ari tekur synd í sær sjálvum, og enn einaferð leggur eftir ósekum Kristnum í okkara frælsa landi, so heldur hin Kristni á, á lívsleiðini, uttan at søkka niður á hetta lága støðið.

Mín vón er, at ongin trúgvandi yvirreagerar, men letur Javnaðarflokkin og LGBT rasa út. Tí við slíkari keðiligari herferð og illgrunasomum gitingum um trúgvandi fólk, so má tað síggjast aftur valkvøldið.

Gott val.

Vilhelm Hendrik í Skálanum valevni Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder