Ítróttur

Bólturin á rull leygardagin 1. mars

...

2014-11-28 01:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Leikdagarnir fyri komandi kappingarár í EFFO-deildini eru við at koma upp á pláss, og um alt gongur eftir ætlan byrjar landskappingin leygardagin 1. mars.

Kappingarárið 2015 í fremstu deildini hjá monnum verður eitt av teimum drúgvastu nakrantíð.

Spælast skulu 27 landskappingardystir í EFFO-deildini, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, umframt at A-landsliðið skal spæla seks EM-undankappingardystir komandi ár.

Har afturat skal føroyska U21-landsliðið undir nýggja kapping. Lutakastið í sambandi við komandi kapping hjá U21-liðnum verður einaferð síðst í januar, og væntandi skal føroyska liðið spæla fimm ella seks dystir í 2015.

EFFO-deildin
Stórsteypadysturin, sum er millum meistararnar og steypavinnararnar, verður eftir ætlan spældur sunnudagin 22. februar, og eina viku seinni verður landskappingin bríkslað í gongd.

1. umfar í EFFO-deildini verður leygardagin 1. mars, meðan seinasta umfar áðrenn steðgin verður spælt fríggjadagin 28. juni.

Eftir steðg í ein góðan mánað, byrjar kappingin aftur sunnudagin 26. juli, meðan 27. og seinasta umfar í EFFO-deildini verður á skránni leygardgain 3. oktober.

Har afturat skal A-landsliðið við monnum spæla seks EM-undankappingardystir komandi ár, og longu í mars mánaða skulu føroysku landsliðsleikararnir á vøllin aftur.

Sunnudagin 29. mars spæla Rumenia og Føroyar, meðan seinasti A-landsdysturin verður 11. oktober, eina góða viku aftaná at heimliga kappingin er endað.

Skráin, A-landsliðið:
29. mars Rumenia ??? Føroyar
13. juni Føroyar ??? Grikkaland
4. september Føroyar ??? Norðurírland
7. september Finnland ??? Føroyar
8. oktober Ungarn ??? Føroyar
11. oktober Føroyar ??? Rumenia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder